Skutu kanin í haganum

Skutu kanin í haganum
Náttúrugripasavnið er ørkymlað eftir at menn, sum skutu haru í Havnardali, komu heimaftur við eini kanin. Hon hoyrir ikki heima í náttúruni her
Djóraslag, ið ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann ikki sleppast út.
Mynd: Leivur Janus Hansen  
 
02.12.2013 - 15:24

Tá menn vóru og skutu harur í Havnardali herfyri, var ein kanin ímillum harurnar. Hetta er ikki fyrsta kaninin, sum hevur reikað í føroyskum haga. Náttúrugripasavnið hevur frætt um aðrar kaninir uttangarðs í Streymoynni, Eysturoynni og Suðuroynni. Tað skrivar savn.fo.

Eisini hevur ein verið at sæð í lundalandi í Mykinesi. Náttúrugripasavnið er sera ørkymlað av at hoyra um kaninir í føroysku náttúruni.

Tær hoyra ikki heima her, og byrja tær at nørast, kann roknast við skaða á okkara djóra og plantulív. Kanin kann nørast í føroysku náttúruni. Tað gjørdur tær í Froðbiarnípu og Trongisvági í 1800-talinum, men tíbetur hvurvu tær aftur.

Kanin hóttir lundastovn

Í Íslandi eru tær farnar at nørast í fleiri støðum, og har gera tær skaða bæði í náttúru og í gørðum. Tær verða roknaðar sum ein hóttan fyri lundastovnin í Vestmannaoyggjunum.

Umframt at vera til skaða fyri lundalond í Skotlandi, hava kaninir eisini gjørt skaða á fornminni og elvt til skriðulop har.

Í Avstralia eru tær nú heilt bannaðar, og roknað verður við, at tær gera skaðar fyri milliardir á hvørjum ári.

Ólógligt at sleppa kanin út

Kunngerð er í gildi, sum staðfestir, at einki djóraslag, ið ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann sleppast út. Hetta umfatar eisini tær kaninir, ið fólk hava, og sum ofta reika leysar ímillum húsini.

Eigarin brýtur lógina, tá ein kanin fer út í náttúruna – eisini um hon er rýmd úr búri – og sambært kunngerðini verður eigarin revsaður við bót.

Náttúrugripasavnið frættir fegið frá fólki, ið hevur sæð kaninir uttangarðs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862