Frá nýflettum krovi til ræst kjøt

Frá nýflettum krovi til ræst kjøt
Turking, natúrlig ensym og mikroorganismur broyta kjøtið og geva tí serstaka ræsta smakkin
 
17.11.2026 - 13:00

Tá ið seyðurin er flettur og krovið hongt upp, byrjar ein broyting, sum føroyingar kenna væl: Kjøtið visnar fyrst, síðan ræstnar og at enda tornar tað. Ræsingin er ikki ein einstøk tilgongd, men eitt samspæl millum turking, kemiskar broytingar og mikroorganismur – bakteriu, ger og sopp.

"Í stuttum byrjar kjøtið at brótast niður,“ sigur Arni Petersen, matvøruverkfrøðingur á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tað ljóðar kanska ikki serliga leskiligt, men niðurbróting er ikki tað sama sum, at kjøtið rotnar. Tað veldst um umstøðurnar, og um hvørjar mikroorganismur fáa møguleika at vaksa, sigur Arni. 
 

Protein verða klipt sundur

Kjøt er serliga gjørt úr vøddum og feitti. Vøddarnir eru bygdir upp av proteinum, og í kjøtinum eru natúrligir kveikar – ensym – sum eftir fletting halda fram at virka. Tey bróta protein niður í minni eindir, peptitir og aminosýrur. Hetta ávirkar bæði konsistensin og smakkin.

Bakteriur og soppar kunnu somuleiðis bróta evni í kjøtinum niður og gera, at kjøtið smakkar og luktar øðrvísi. Tí fær ræst kjøt sín serstaka dám. Tað er ikki eitt einstakt evni ella ein serstøk bakteria, sum einsamøll skapar smakkin, men samlaða úrslitið av fleiri ymiskum prosessum.


Turkingin broytir umstøðurnar

Meðan krovið hongur, missir tað vætu. Sambært Arna kann eitt krov lætna umleið 30-40 prosent gjøgnum turkingartíðina frá heysti og fram móti vári.

Vætumissurin hevur týdning, tí mikroorganismur hava brúk fyri vatni fyri at virka. Hetta verður lýst við vatnaktiviteti. Vatnaktivitetur er ikki heilt tað sama sum, hvussu vátt eitt evni tykist at vera: Sukrið í súltutoyi kann til dømis binda vatn, so tað er minni tøkt hjá mikroorganismum, hóast súltutoyið sær vátt út.

Sum vatnaktiviteturin í krovinum minkar, broytast eisini sløgini av mikroorganismum, sum kunnu vaksa. Arni vísir á, at bakteriur vanliga fáa verri vakstrarumstøður, tá ið vatnaktiviteturin fer niður um umleið 0,9. Ger kann trívast niður móti 0,87, og summir soppar kunnu vaksa við enn minni vatnaktiviteti. Tí kunnu soppar, sum síggjast á yvirflatuni, fáa størri týdning, tá ið kjøtið tornar.
 

Mikroorganismurnar koma uttanífrá

Nýflett krov er sterilt inni í vøddunum, men yvirflatan verður skjótt koloniserað av mikroorganismum úr umhvørvinum og frá handfaringini undir fletting. Bakteriur, ger og soppar kunnu koma við luftini og sjóroki, men eisini frá fólki, sum handfara kjøtið.

- Vit síggja bakteriur frá menniskjum á krovinum, sigur Petra Petersen, mikrolívfrøðingur.

Petra hevur kannað smáverulívið á føroyskum kjøti, og tølini eru ovurstór. Serliga teir fyrstu tveir mánaðirnar er vøksturin ógvusligur.


Tá ið tú ert komin út í desember, kanst tú telja upp í yvir eina milliard bakteriur í hvørjum einasta grammi av kjøti. Tað er ordiliga koloniserað, og talan er um ræðuliga nógv ymisk sløg.

Petra Petersen, mikrolívfrøðingur.

 

Natúrligir startkulturar úr sjógvi og luft

Bæði klassiskar dyrkingarkanningar og nýggjari DNA-kanningar vísa, at tað serliga eru stafylokokkar (millum annað Staphylococcus equorum), ið dominera á krovinum. Hesir somu stafylokokkar verða í útlendskum matvøruídnaði keyptir inn sum sonevndir "startkulturar" og settir til, tá ið man skal gera ostar, chorizo-pylsur ella spanska iberiska skinku.

"Í Føroyum er ikki neyðugt at leggja slíkar bakteriur afturar – tær koma av sær sjálvum" sigur Petra.

"Vit hava kannað bæði luft, feskt vatn og sjógvin í Føroyum, og vit síggja nógvar av somu smáverunum aftur í umhvørvinum. Tað, sum er í sjónum og verður borið við saltrákanum og luftini, setur seg á kjøtið. Á ein hátt hongur kjøtið í einum natúrligum laka í føroysku luftini," greiðir Petra frá.

Hetta er eisini ein orsøk til, at ræst kjøt smakkar ymiskt, alt eftir hvar í landinum hjallurin stendur, og hvussu tætt hann liggur at sjónum. Harumframt vísa kanningar, at føroyskt kjøt inniheldur gersoppin Debaryomyces hansenii og ymiskar mjólkasýrubakteriur, sum allar eru við til at geva smakk og sýru.
 

Feittið gevur eisini smakkin

Samstundis broytist feittið. Feittsýrur brótast niður og binda ymisk evni, eitt nú aldehyd, keton og alkohol, sum kunnu ávirka lukt og smakk. Hvussu skjótt hetta hendir, veldst millum annað um súrevni, hita, ljós og samansetingina av feittinum. Feittið á yvirflatuni, feitt millum vøddar og feitt inni í vøddunum kann tí hava ymiskan týdning.

"Tað er henda samlaða niðurbrótingin av kjøtvevnaði og feitti, sum gevur ein serstakan ræstan smakk.“ sigur Arni.


Munurin á røstum og rotnum

Ræsing er ikki tað sama sum at rotna. Hóast milliardir av bakterium liva á kjøtinum, er ræst kjøt trygg og góð mannaføði, tá ið umstøðurnar eru tær røttu. Munurin á, um kjøt verður ræst ella rotnar, liggur serliga í hitanum og bakteriubýtinum. Hongur kjøtið ov heitt, taka "skeivar" spillbakteriur yvir, og kjøtið rotnar.

"Tá ið vit (føroyingar, red.) siga, at tað er ræst, so vita vit, hvat vit tosa um", sigur Arni.

Í føroyska kuldanum og vindinum virkar samanspælið millum turking og tær góðu bakteriurnar sum ein natúrlig verja. Mjólkasýrubakteriurnar lækka sýrustigið (pH) í byrjanini, og fleiri av stafylokokkunum eru kendir fyri at kunna forða fyri, at vandamiklar bakteriur sum listeria sleppa framat. Samstundis steðgar minkandi vatnaktiviteturin vøkstrinum hjá óynsktum bakterium, sum til dømis Clostridium botulinum, ið annars kann elva til botulismu, sum eisini verður rópt pylsueitran.


Ein "spillbakteria" luktaði av turrum kjøti

Granskararnir hava enn bert skavað í yvirflatuna, tá ið tað snýr seg um at kortleggja, júst hvørjar bakteriur skapa tann serstaka føroyska luktin og smakkin. Í vevnaðarsavninum eru fleiri hundrað ymiskar bakteriustammur frystar niður, sum bíða eftir nærri kanningum.

Men á starvsstovuni hava tey longu fingið eina ábending um, hvussu stóran týdning einstøku smáverurnar hava. Tá ið tey dyrkaðu bakteriur av kjøti, komu tey fram á eina ávísa bakteriu, ein Clostridium, sum aðrastaðni í matvøruídnaðinum verður roknað sum ein sonevnd spillbakteria – altso ein bakteria, sum framleiðarar vanliga royna at sleppa undan.

"Tá ið vit luktaðu at plátunum, søgdu summi beinanvegin, at hetta luktaði ordiliga væl – júst av turrum kjøti – meðan øðrum als ikki dámdi luktin. Hetta vísir eisini, hvussu ymiskt tað er frá fólki til fólk, hvat vit halda vera gott kjøt," greiðir Petra Petersen frá.
 

Eitt serføroyskt fyribrigdi

Hóast onnur lond hava turkað og fermenterað kjøt, sum italska bresaola ella norska fenalår, verða tey altíð saltað og ofta roykt áðrenn turking.


At heingja eitt krov beinleiðis upp í fleiri mánaðir uttan salt og royk, so tað ræstnar og tornar til mannaføði – tað er eitt heilt serføroyskt fyribrigdi. Og í seinasta enda er tað tú, sum avger, hvat tú heldur er gott og vælsmakkandi kjøt.

Arni Petersen, matvøruverkfrøðingur á HFS.

 

Lurta eftir sendingini Vitan, har Arni og Petra greiða frá og hoyr eisini Bjarna greiða frá, hvaðani orðið at ræsa kemur frá. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928