Heilsufrøðiliga í Russlandi

Heilsufrøðiliga í Russlandi
Heilsufrøðiliga Starvsstovan er í Moskva fyri at royna at fáa greiði á trupulleikunum, at virkið Varðin Pelagic kom á reyða lista í Russlandi
Vørurnar hjá Varðanum Pelagic eru útihýstar á russiska marknaðinum, tí at kolibakteriur eru funnar í onkrari last
 
09.12.2013 - 10:01

Umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eru í dag á fundi við russisku heilsumyndugleikarnar í Moskva.

Um vikuskiftið fór ein føroysk sendinevnd til Moskva fyri at royna at fáa greiði á trupulleikarnar, ið hava staðist av, at uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic herfyri kom á reyða lista hjá veterineru myndugleikunum í Russlandi, og tað merkir, at vørurnar hjá Varðanum Pelagic eru útihýstar á russiska marknaðinum, tí at kolibakteriur eru funnar í onkrari last av vørum frá Varðanum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum góðkennir fiskavørur til útflutnings, skilir ikki, at slíkt er komið fyri, og vildi tí hitta russisku myndugleikarnar fyri at rudda møguligar misskiljingar av vegnum.

Eftir at hava bíðað eftir fundarboðum úr Russlandi í fleiri dagar, kundi føroyska sendinevndin leygardagin leggja frá landi við kós móti Moskva, og fyri løtu síðan varð fundur settur.

Við í nevndini eru Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Birna Mørkøre, landslækni, Laila Jacobsen, deildarleiðari á Starvsstovuni og Áki Johansen, ráðgevi í uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672