Fíggjarnevndin vil hava nýggja vegaætlan

Fíggjarnevndin vil hava nýggja vegaætlan
Fíggjarnevndin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, um gera veg omanfyri Skálafjørð til nýtt busssteðgipláss
Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk um at endurskoða verkætlanina um vegaføringina oman fyri Skálafjørð
 
11.12.2013 - 10:17

Jørgeni Niclasen, landsstýrismaður, mælir til at seta av sjey milliónir krónur til verklagslógina.

Men fíggjarnevndin heldur ikki, at nóg mikið fæst burtur úr hesi loysn, og tí eigur ikki at verða farið undir arbeiðið.

Nevndin heldur, at landsstyrismaðurin eigur at leggja nýtt uppskot um verkætlan fyri tingið á ólavsøku.

Verkætlanin kostar slakar 70 milj. kr.

Jørgen Niclasen hevur skotið upp at avtaka lógina um vegaføring oman fyri Skálafjørð, men at játtaða upphæddin upp á sjey milliónir kr. ár verður nýtt til bussteðgipláss, pendlarapláss og nýggja íbinding Millum Fjarða.

Verkætlanin at gera veg oman fyri Skálafjørð varð aftur boðin út fyrr í ár, men nú vísir tað seg, at hon kostar slakar 70 mill. kr. Tá lógin varð gjørd í 2009, skuldu byggiútreiðslurnar verða í mesta lagi 43,5 milliónir kr.

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk um at endurskoða verkætlanina um vegaføringina oman fyri Skálafjørð, so hon kann verða bíligari. Sambært langtíðaríløguætlanini hjá landsstýrinum verður eingin peningur játtaður til vegaføringina oman fyri Skálafjørð fyrr en í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375