Makrelstríð forðar donskum skipum at fiska

Makrelstríð forðar donskum skipum at fiska
Í minsta lagi 25 donsk skip sleppa ikki í norskan sjógv, og orsøkin er makrelstríðið millum Føroyar og ES, siga danskir fiskimenn
 
03.01.2014 - 07:56

Donsk skip sleppa ikki at fiska í norskum sjógvi, tí ES og Norra ikki eru vorðin samd um eina fiskivinnuavtalu fyri í ár.

Í minsta lagi 25 skip á vesturstrondini í Jútlandi eru rakt av banninum, skrivar danska kringvarpið. Orsøkin til bannið er, at samráðingarnar um nýggja fiskvinnuavtalu millum ES og Norra eru steðgaðar upp, skrivar DR.

Fiskimenninir hava gørn standandi í norskum sjógvi sum teir ikki sleppa framat. Og avleiðingin er minni inntøka, sigur Jan Hansen, formaður í Hanstholm Fiskeriforening, við heimasíðuna hjá DR. Sambært DR,  er tað makrelstríðið millum Føroyar og ES, sum forðar fyri øðrum avtalum um fiskirættindi.

ES upp í málið

DR skrivar, at danski matvørumálaráðharrin, Dan Jørgensen, hevur reist málið í ES.

Sambært formanninum í Hanstholm Fiskeriforening, bøtir tað ikki um støðuna, at Danmark sum partur av ríkisfelagsskapinum ikki atkvøddi fyri at seta tiltøk í verk móti Føroyum í sambandi við makrelósemjuna. 

Hetta hevur elvt til illvilja móti áhugamálum hjá donsku fiskivinnuni, bæði hjá norðmonnum og í øðrum ES-londum, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373