Stígur komin í Koltursætlanina

Stígur komin í Koltursætlanina
Verkætlanin var mett at kosta 62,5 mió. kr., men tilboðini eru væl hægri. Neyðugt er at biðja grunnarnar, sum stuðla ætlanini, um meiri pening
Mentamálaráðið upplýsir, at fáa tey fleiri pengar,  kann farast undir byggiverkætlanin í Koltri í seinnu helvt av 2027. (Savnsmynd)
 
17.11.2026 - 08:31

Stígur er komin í stóru Koltursætlanina.

Mentamálaráðið upplýsir fyri fíggjarnevndini, at neyðugt er at biðja grunnarnar, sum vilja stuðla ætlanini, um fleiri pengar.

Verkætlanin var mett at kosta 62,5 milliónir, men innkomnu tilboðini eru væl hægri enn tað.

Aage V. Jensen- grunnurin, Nordea-grunnurin, Augustinus-grunnurin og stuðulsgrunnurin hjá Betri lata tilsamans 47 milliónir krónur, meðan restin kemur úr løgtinginum og frá Tórshavnar Kommunu.

Fyri at fáa fleiri pengar frá øðrum, má landskassin eisini lata meira, og landsstýrið er samt um at biðja løgtingið um at hækka tilsøgnina um játtan úr níggju upp í 18 milliónir krónur, sum skulu játtast næstu árini.

Mentamálaráðið upplýsir, at fáa tey fleiri pengar,  kann farast undir byggiverkætlanin í Koltri í seinnu helvt av 2027. Upprunaliga skuldi Koltursætlanin vera liðug næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867