Danmark er framvegis limur í IWC

Danmark er framvegis limur í IWC
Danmark hótti við at fara úr Altjóða Hvalaveiðinevndini á nýggjárinum, men hevur hálsað um, tí stóru limalondini vísa størri samráðingarvilja
 
06.01.2014 - 15:11

Danmark fór ikki úr Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, sum ætlanin var tann 1. januar.

Danski uttanríkisráðharrin hótti seinasta summar við, at Danmark fór at taka seg úr IWC tann 1. januar, eftir at Grønland ikki fekk loyvi at hækka sína stórhvalakvotu.

Nú eru røddir frammi, sum siga, at stóru limalondini í hvalaveiðunevndini, USA, Russland, Avstralia og Japan, siga seg fara at vísa størri samráðingarvilja, og tí hevur Danmark gjørt av at verða verandi í hvalaveiðunevndini, í øllum førum til ársfundurin hevur verið í september.

Neyðugt at finna semju

- Tað er neyðugt at finna eina semju, og verður tað ikki møguligt, so er eingin meining í at halda fram í IWC, sigur arktiski sendiharrin hjá ríkinum, Erik Vilstrup Lorentzen, við grønlendska kringvarpið.

Stríðið stendur um, at Grønland ynskir at hækka sína kvotu av nebbafiski úr 10 uppí 19, og tað vilja hini londini í IWC ikki. Grønland hevur ikki troytt kvotuna til fulnar, tí í 2012 vórðu fimm nebbafiskar skotnir, hóast Grønland hevði loyvi at skjóta 10 nebbafiskar.

Grønland og Danmark draga somu línu samráðingunum í hvalaveiðunevndini, sigur arktiski sendiharrin.

Í nýggjársrøðu sínari segði Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, at tað hevur stóran týdning, at Grønland er við í arbeiðinum í Altjóða Hvalaveiðunevndini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809