Grønlendskar kommunur umsita ein triðing

Grønlendskar kommunur umsita ein triðing
Grønlendski landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur havt fund við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu
 
09.01.2014 - 15:43

Nú grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjar- og innlendismálum, Vittus Qujaukitsoq, var á vitjan í Føroyum, umrøddu hann og Annika Olsen, landsstýriskvinna, m.a. kommunumál.

Í Grønlandi eru fýra kommunur, og avbjóðingar eru m.a. at tryggja eins tænastur í smærru bygdunum, sum í størru býunum. Tí er ætlanin at áseta reglur um minstamark fyri tænastustiginum í kommununum í Grønlandi, greiddi landsstýrismaðurin frá.

Annika Olsen sigur í tíðindaskrivi, at ætlanitnar í Grønlandi minna nógv um ætlanirnar við nýggju tænastulógini, sum er til viðgerðar í løgtinginum, nú ætlanin er at leggja eldrarøktina út til kommunurnar at umsita. 

Umsita ein triðing

Í Grønlandi umsita kommunurnar ein triðing av øllum almennum uppgávum, og arbeitt verður við at leggja fleiri uppgávur til kommunurnar, segði grønlendski landsstýrismaðurin.

Í Grønlandi hava tey sera stórar avbjóðingar, tí ein stórur partur av arbeiðsmegini er uttan fyri arbeiðsmarknaðinum. 

Annika Olsen greiddi frá, at hóast vit í Føroyum hava eins stórar trupulleikar, so samtykti løgtingið herfyri lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, har eitt av høvuðsendamálunum er at 
tryggja, at fólk verða verandi uttan fyri arbeiðsmarknaðin.
  
At tey ungu ikki støðast, ger seg galdandi bæði í Grønlandi og í Føroyum, og í báðum londunum verður arbeitt við at basa teimum avbjóðingunum.

Annika Olsen og grønlendski starvsbróðir hennara vóru væl nøgd við fundin, og eru samd um at styrkja samstarvið millum londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425