Striltið at fáa innlit í veiðiloyvi

Striltið at fáa innlit í veiðiloyvi
Partafelagið Líraberg hevur stevnt Fiskimálaráðnum eftir 750.000 kr., tí felagið fekk ikki lut í makrelfiskiskapinum
 
14.01.2014 - 13:29

Tað gongur striltið hjá partafelagnum Lírabergi at fáa innlit frá Fiskimálaráðnum.

Felagið hevur stevnt Fiskimálaráðnum, tí báturin Líraberg, saman við nógvum øðrum útróðrarbátum, ikki hevur fingið lut í fiskiskapi eftir makreli í føroyskum sjógvi. Fyrst í oktober bað felagið um eitt yvirlit yvir veiðiloyvi “uttan fyri fiskidagaskipanina” 1993-2013, hvørji veiðiloyvi eru, nær og hvussu tey eru flutt millum fiskifør. 

Líraberg fekk svar seinni í oktober, men yvirlitið var ikki nóg fullfíggjað, og tí søkti felagið av nýggjum um innlit, seinast í november. Síðani hevur avíst samskifti verið millum felagið og Fiskimálaráðið, men enn er einki yvirlit komið til felagið.

Fiskimálaráðið sigur í telduposti til Líraberg, at Fiskimálaráðið ikki hevur eitt samlað yvirlit tøkt, sum vísir, nær og hvussu veiðiloyvi eru flutt síðani 1993.  

Ikki løtutverk

At gera eitt yvirlit yvir veiðiloyvi “uttan fyri fiskidagaskipanina” 1993-2013, nær og hvussu hesi eru flutt, sum biðið verður um, er ikki løtuverk. Upplýsingar eru skrásettar í og mugu leitast fram úr einstøkum málum um viðkomandi skip/veiðiloyvi. Nógv av málunum liggja langt afturi í tíð, og eru ikki teldutøk. 
Vit miða framvegis ímóti at avgreiða umbøn tykkara um nevnda yvirlit skjótast gjørligt,
sigur Fiskimálaráðið.

Partafelagið Líraberg hevði freist at koma við sínum viðmerkingum tann 6. januar, men av tí at innlitsumbønin ikki er avgreidd, hevur felagið fingið freist til 23. januar at svara. Advokaturin hjá Fiskimálaráðnum svaraði nakað fyri jól, og hevði ikki fleiri viðmerkingar til stevningina frá partafelagnum Lírabergi.

Stevnt eftir 750.000 kr.

Partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum seinast í apríl. Felagið hevur stevnt eftir 750.000 kr. í endurgjaldi fyri bátin og teir tríggjar menninar, sum eru við bátinum. Felagið krevur, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í 2012 og heldur ikki í fjør.

Fiskimálaráðið krevur frídøming.

Nær sakarmálið kemur fyri í rættinum er ikki greitt, men tað verður neyvan fyrr enn einaferð í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098