Landsstýrið ætlar at yvirtaka kortleggingina

Landsstýrið ætlar at yvirtaka kortleggingina
Danski umhvørvisráðharrin sigur, at nú verður ein arbeiðsbólkur settur at fyrireika yvirtøkuna
 
15.01.2014 - 07:52

Landsstýrið vil sjálvt sleppa at kortleggja Føroyar.

Í desember í fjør spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, danska umhvørvisráðharran, um Føroyar kunnu yvirtaka málsøkið, sum eitur kortlegging, ella uppmáling.

Síðani hevur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, spurt Idu Auken, ráðharra, hvussu nógv kortleggingin í Føroyum hevur kostað danska statskassanum seinastu tíggju árini.

Eingi kort í tíggju ár

Ida Auken svarar, at Geodatastyrelsen eingi nýggj Føroyakort hevur gjørt seinastu tíggju árini. Men nógv kort eru dagførd og prentað av nýggjum.

Geodatastyrelsen metir seg at hava brúkt okkurt um 100.000 kr. um árið til føroysku kortleggingina. Viðvíkjandi arbeiðsorku er talan um 0,15 ársverk.

Og sølan av Føroyakortum geva okkurt um 100.000 kr. um árið.  

Seta arbeiðsbólk

Ida Auken svarar eisini, at ein arbeiðsbólkur verður settur at fyrireika yvirtøkuna. Í arbeiðsbólkinum vera fólk frá Umhvørvisstovuni og Geodatastyrelsen í Danmark, sum hevur ábyrgdina av kortleggingini í Føroyum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717