Framsókn: Ikki privat bara fyri at vera privat

Framsókn: Ikki privat bara fyri at vera privat
At byggja og reka skipið á privatum grundarlagi, má vera í minsta lagi líka bílig og dygardgóð fyri almenningin, sum um tað almenna sjálvt bygdi tað
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ávarar ímóti, at leisturin verður tann sami sum við Eysturoyartunlinum, sum privatir skuldu gera
Mynd: kringvarp.fo  
 
23.01.2014 - 15:56

Framsókn heldur, at ætlanin hjá landsstýrinum at reka eitt havrannsóknarskip á privatum grundarlagi er spennandi, tí tað er eitt av høvuðsmálum floksins at fáa hóskandi almennar uppgávur liberaliseraðar ella einskildar.

Men Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ávarar ímóti, at leisturin verður tann sami sum við Eysturoyartunlinum, sum privatir skuldu gera.

Má vera bíligari

Ætlanin er, at tað almenna skal binda seg til at leiga havrannsóknarskipið í 20 ár, men møguleiki skal vera at keypa skipið í hesum tíðarskeiðnum, ella tá leigusáttmálin er úti.

- Var hetta ikki júst sama grundgevingin fyri at lata privat byggja og reka ein Eysturoyartunnil, sum hevði kostað brúkarunum og føroyska samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur í meirkostnaði, spyr Poul Michelsen.

Tann ætlanin stóð beinleiðis í andsøgn við liberalu hugsjónina, sigur hann.

- Tá vit sleppa at síggja lógaruppskotið, fara vit at tryggja okkum, at tað privata ikki byggir eitt havrannsóknarskip, bara tí tað ikki rúmast í almenna íløgukarminum.

Treytin má vera, at ætlanin at byggja og reka skipið á privatum grundarlagi, má vera minst líka bílig og dygardgóð fyri almenningin, sum um tað almenna sjálvt bygdi tað, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558