Sjúklingar nøgdir við matin á Landssjúkrahúsinum

Sjúklingar nøgdir við matin á Landssjúkrahúsinum
Sjey av átta sjúklingum, ið verða innlagdir á B6 á Landssjúkrahúsinum, eru nøgdir við matin, teir fáa, kemur fram í nýggjari nøgdsemiskanning
Sjey av átta innlagdum sjúklingum á seingjardeildini B6 á Landssjúkrahúsinum eru nøgdir við matin, kemur fram í nøgdsemiskanning
Mynd: KvF  
 
28.01.2014 - 08:50

Nøgdsemiskanningin vísir, at sjey av átta sjúklingum halda, at maturin á deildini er góður ella sera góður.

Talið er høgt, um samanborið verður við donsk sjúkrahús, skrivar landssjúkrahúsið á heimasíðu síni, lsh.fo.

Døgurðin var máltíðin, ið flest vóru nøgd við. Hinvegin vóru nærum helmingurin av teimum spurdu ónøgd við tað, sum varð borðreitt fyri teimum seinnapartar og um kvøldið.

Fyri at bøta um tað, verður nú altíð borðreitt við frukt og øðrum seinnapartar, og um kvøldið fáa sjúklingarnir eyka proteinríkar dessertir.

Eta minni enn vanligt við innlegging

Kanningin vísir eisini, at tveir av trimum sjúklingum hava seinastu vikuna etið minni enn vanligt. Tað merkir, at tey eru í stórum vanda fyri føðslutroti.

Tí verður nú borðreitt við fleiri millummálum og orkuríkum drykkjum, og dagliga verður mett, um sjúklingurin hevur etið nóg mikið í mun til tørvin.

Kanningin er liður í kostverkætlanini, sum hevur til endamáls at kanna, um orku- og proteinríkur matur kann ávirka støðuna hjá sjúklingum, ið eru innlagdir á Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762