Arbeiðsbólkur mælir frá at stuðla FarGen

Arbeiðsbólkur mælir frá at stuðla FarGen
FarGen-verkætlanin er ov ógreið. Tí er best at steðga ætlanini, heldur ein arbeiðsbólkur, ið mælir Heilsumálaráðnum frá at stuðla verkætlanini
Ein arbeiðsbólkur undir Heilsumálaráðnum mælir Heilsumálaráðnum frá at stuðla FarGen-verkætlanini
Mynd: KvF  
 
31.01.2014 - 10:39

FarGen-verkætlanin, sum hevur til endamáls at byggja upp eina íleguskrá av øllum føroyingum, hevur fingið skot fyri bógvin.

Ein arbeiðsbólkur undir Heilsumálaráðnum mælir ráðnum frá at stuðla FarGen-verkætlanini.

Í 21 síðu langa tilmælinum, sum Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi, og Terji Petersen, deildarstjóri, hava skrivað, er ein røð av atfinningum mótvegis FarGen-verkætlanini.

Tí ivast arbeiðsbólkurin

Fyri tað fyrsta ivast arbeiðbólkurin í, hvat landið fær burturúr teimum 12 milliónir krónunum, sum ætlanin er at fíggja við almennum pengum.

Arbeiðsbólkurin sigur seg hava trupult við at síggja endamálið við at seta hol á eina verkætlan, ið hevur til endamáls at ílegulesa allar føringar nú, tá ið ítøkilig granskingarúrslit ikki spyrjast burturúr, og tá ið genomroyndirnar vera munandi bíligari komandi árini.

Arbeiðsbólkurin metir tí ikki, at almenna íløgan stendur mát við tað, sum landið fær burturúr verkætlanini.

SÍ EISINI Bogi Eliasen vísir atfinningum aftur

Arbeiðsbólkurin heldur ei heldur, at tað framgongur greitt, um talan er um eina verkætlanin, ið hevur til endamáls at lesa 1000 genomroyndir og goyma tær í einari íleguskrá, ella um verkætlanini fevnir bæði um eina íleguskrá við 900 genomroyndum og eina pilotgranskingarverætlan við heilgenomlesing av 100 genomrýndum.

Eins og Vìsindasiðsemisnevndin hevur víst á, so heldur arbeiðsbólkurin eisini, at ógreiða er í projektlýsingini, um talan er um eina verktætlan við einari íleguskrá, ella um talan er um eina verkætlan við íleguskrá við tilknýttum granskingarverkætlanum.

Arbeiðsbólkurin heldur eisini at, verkætlanin er “ov lítið inkluderandi í mun til relevantar partar í heilsuverkinum,” sum tikið verður til.

Fíggingin er ógreið

Bólkurin saknar, at eitt nú læknar í heilsuverkinum og Ílegusavnið verða tikin við í verkætlanina. Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at lógarverkið má tillagast til eina tílíka umfatandi verkætlanin.

Tí mugu neyðugu lógarkarmarnir vera upp á pláss, áðrenn byrjað verður uppá so stórar verktætlanir sum FarGen, heldur arbeiðsbólkurin.

Ein annar trupulleiki við verkætlanini er, at fíggjarligi parturin ikki er nóg væl lýstur. Niðurstøðan er tí, at arbeiðsbólkurin mæluir Heilsumálaráðnum frá at stuðla FarGen verkætlanini fíggjarliga.

Ístaðin vísir arbeiðsbólkurin á Granskingarráðið, sum kann fáa tær 12 milliónirnar. 12 milliónir, sum kunnu vera markaðar til ílegugransking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659