Edvard Heen skal stjórna Almannaverkinum

Edvard Heen skal stjórna Almannaverkinum
16 umsøkjarar vóru til starvið
 
10.02.2014 - 14:01

Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur sett Edvard Heen í starv sum stjóra fyri Almannaverkið.

Edvard Heen er føddur og uppvaksin í Oslo, og hevur í tveimum umførum búð í Føroyum í sløk 14 ár.

Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur (Cand. Merc.) og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr tryggingar- og fíggjarheiminum, umframt frá KT-økinum.

Edvard Heen hevur m.a. verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, stjóri í Bankenes Betalings Sentral í Noregi og fyritaksstjóri í Bank Nordik.

Hann hevur eisini royndir sum konsulentur innan strategi og broytingarleiðslu á ymiskum vinnuøkjum.

Við sínum sera drúgvu og avbjóðandi leiðsluroyndum, einari greiðari tilvitan um, hvat krevst í hesum starvinum, og sínum persónliga lyndi, metti setanarbólkurin Edvard Heen at vera rætta persónin til hetta starvið.

16 umsøkjarar vóru til stjórastarvið. Edvard Heen tekur eftir ætlan við starvinum 1. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129