Millum hugskot og veruleika á Tvøroyri

Millum hugskot og veruleika á Tvøroyri
Havnarlagið við gomlu handilsbygningarnar hjá Thomsen í dag í mun til neyðsemjuna um útbyggingina av frostgoymsluni hjá Varðanum Pelagic
Vinstrumegin sæst havnarlagið á Tvøroyri í dag, har Varðin Pelagic hevur útbygt frostgoymsluna frammanfyri gomlu handilsbygningunum hjá Thomsen. Myndina tók Ingi Sørensen. Høgrumegin síggjast upprunaligu tekningarnar av útbyggingini
Mynd: Ingi Sørensen  
 
19.02.2014 - 11:01

Mikil orrusta tók seg upp um útbyggingina av frystigoymsluni hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, tí hon skuldi byggjast frammanfyri gomlu handilsbygningarnar hjá Thomsen.

Orrustan endaði við einari neyðsemju millum friðingarmyndugleikarnar, Tvøroyra kommunu og Varðan Pelagic, sum á pappírinum sá lovandi út.

Men ofta er rættiliga langt frá hugskoti til veruleika.

Spurningurin er so, um havnarlagið í dag sær út sum fólk ímyndaðu sær tað út frá tekningunum.

Ingi Sørensen, myndamaður, tók myndina av havnarlagnum á Tvøroyri í góðveðrinum 14. februar. 

 

MYNDARØÐ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846