Íslendingar øktan áhuga fyri makreli í Grønlandi

Íslendingar øktan áhuga fyri makreli í Grønlandi
Íslendsk reiðarí hava sett pengar í reiðarí í Grønlandi, og skip eru seld úr Íslandi til Grønlands
 
20.02.2014 - 09:48

Í Íslandi er stórur áhugi fyri at fiska makrel í grønlendskum sjógvi í ár. Landsstýrið í Grønlandi sigur, at skulu øll sleppa at fiska, sum hava søkt um tað, verður neyðugt at fimmfalda kvotuna, so hon verður 288.000 tons.

Millum skipini, sum eru seld til Grønlands, er Skálaberg, sum varð seldur til Argentina úr Føroyum fyri nøkrum árum síðani. Skálaberg varð síðani keyptur til Íslands, men fekk eingi fiskirættindi har.

Nú skal hann so fiska makrel við Grønland fyri Arctic Prime Productions, sum íslendska felagið Brim eigur í, veit íslendska kringvarpið at siga.

Íslendsk reiðarí fara til Grønlands fyri at fáa lut í makrelinum har og eisini fyri at útvega sær royndir og rættindi, sum kunnu vera hent at hava, tá kvotan skal býtast.

Í Grønlandi er einki virki, sum tekur móti uppsjóvarfiski. Har hava verið móttøkuskip úr Kina, men íslendsku skipini, sum eru seld til Grønlands at fiska makrel, landa í Íslandi.

Landsstýrið í Føroyum hevur ikki viljað loyvt føroyskum skipum at fiska makrel við Eystur-Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053