SSL megnaði ikki at koma við umbøn um eykajáttan

SSL megnaði ikki at koma við umbøn um eykajáttan
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um Strandferðsluna
 
24.02.2014 - 09:50

Strandferðslan megnaði ikki at greiða frá, hvat ein eykajáttan skuldi fara til, og hvussu stór hon skuldi vera. 

Tað er frágreiðingin, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur givið løgtinginum, nú Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt, hví landsstýrismaðurin ikki bað um nakra eykajáttan til Strandfersluna í 2013.

" Vinnumálaráðið hevur havt nógv og drúgt samskifti við SSl í 2013 fyri at finna fram til, hvør rætta upphæddin var at biðja um umbøn til eykajáttan og grundgevingar fyri hvar, og hví frávik eru. SSL megnaði tó ikki at nágreina, hvussu stórt hallið fór at vera, og hvar hallið stavaði frá". 

Tað  skrivar Johan Dahl í svarinum til Kristinu Háfoss.

Fíggjarstjórin gjørdi vart við støðuna

Tað var stutt fyri jól í fjør, at tað bleiv alment, at Strandferslan fór at hava góðar fýra milliónur krónur í halli  í 2013. Landsstýrismaðurin í vinnumálum bað tó ikki um nakra eykajáttan, men støðan á Strandferðsluni gjørdist almenn, tá fíggjarleiðarin á stovninum skrivaði beinleiðis til fíggjarnevndarlimirnar í Løgtinginum.

Kristina Háfoss spurdi Johan Dahl, hví hann ikki bað um eykajáttan til Strandfersluna, og nær Vinnumálaráðið visti, at játtanin fyri 2013 ikki fór at halda?

Johan Dahl svarar, at Vinnumálaráðið og Strandferslan hava samskift gjøgnum alt 2013 um at finna sparingar, soleiðis at játtanin fór at halda. Tá arbeitt varð við eykajáttanunum í apríl, kom Strandferslan sjálv til niðurstøðuna, at skilabest var at bíða við at biðja um eykajáttan, tí stovnurin kennir ikki avleiðingarnar av hvíldarreglunum, og at oljuprísurin er fallandi.

Megnaði ikki at koma við umbøn

Tá eykajáttanir aftur vóru fyri í august, boðaði leiðslan á Strandfersluni frá, at tað var ikki komið á mál at seta sparingar í verk fyri at fáa játtanina at halda. Vinnumálaráðið royndi at finna fram til, hvaðani hallið stavaði. Men Vinnumálaráiðið mátti staðfesta, at Strandferslan megnaði ikki at koma við hesi nágreining av, hvar og hví tað var hall.

"Eg havi sosattt ikki havt neyðugu tølini og grundgevingarnar fyri at biðja um eykajáttan", skrivar Johan Dahl í svarinum til Kristinu Háfoss.

 

Her er svarið frá Johan Dahl

Skjal 1

Skjal 2

Skjal 3

Skjal 4

Skjal 5

Skjal 6

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869