Jacob og Aksel kjakast um útlendska manning

Jacob og Aksel kjakast um útlendska manning
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Aksel V. Johannesen, floksformaður, vera í sjónvarpsstovuni
 
25.02.2014 - 13:29

Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin vilja seta sum treyt fyri at føroysk skip fáa fiskiloyvi, at mannningarnar verða lønar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ósamdur við formannin í Javnaðarflokkinum og heldur, at tað eru treytirnar í útlendingalógini, sum eiga at verða broyttar.

Fáa útlendingar umborð

Fleiri og fleiri skip taka útlendingar umborð. Teimum nýtist ikki at hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, um skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar, og ikki regluliga koma í føroyska havn. Tað merkir so eisini, at útlendska manningin heldur ikki rindar skatt í Føroyum - og at landskassin má vera ta inntøkuna fyri uttan.

Kjakið millum Jacob Vestergaard og Aksel V. Johannesen um útlendingar við føroyskum fiskiskipum og teirra lønartreytir verður í kvøld eftir Dag og Viku. Bogi Godtfred er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098