Elsa slítur samstarvið við Javnaðarflokkin

Elsa slítur samstarvið við Javnaðarflokkin
Javnaðarflokkurin hevur fingið durafjórðingin, eina viku eftir at seinasti býráðsfundur endaði í ruðuleika. Enn er ikki greitt, hvussu nýggja samgongan verður skipað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
26.11.2026 - 18:48

Býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu hevur í dag endað samstarvið við Javnaðarflokkin.

Tað verður boðað frá í stuttum tíðindaskrivi.

– Nógv góð og spennandi mál skulu avgreiðast restina av hesi setuni, og neyðugt er at kunna brúka orkuna upp á hesi mál til gagns fyri kommunu og borgara, stendur í tíðindaskrivinum.

Býráðsfundur endaði í ruðuleika
Samgonguslitið kemur eina viku eftir, at seinasti býráðsfundur endaði í ruðuleika.

Á býráðsfundinum tann 19. november skuldi býráðið taka støðu til gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen, býráðslimi fyri Javnaðarflokkin, í málinum um eldradepilin í Kollafirði.

Andstøðan rýmdi av fundinum, men býráðið var framvegis viðtøkuført.

Men hetta broyttist, tá Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen, báðir úr Javnaðarflokkinum, eisini fóru av fundinum.

Harvið bar ikki til at taka støðu til gegnisspurningin, tí fundurin ikki longur var viðtøkuførur.

Síðani hava Elsa Berg, borgarstjóri, og Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, alment funnist at framferðini hjá hvørjum øðrum.

Enn er ikki greitt, hvussu nýggja samgongan í Tórshavnar býráð verður skipað.

Meira verður at frætta í Degi og Viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111