Eyðgunn Samuelsen nýggjur løgtingsgrannskoðari

Eyðgunn Samuelsen nýggjur løgtingsgrannskoðari
Javnaðartingkvinnan tekur við, eftir at Kristin Michelsen bar seg undan.
 
04.03.2014 - 12:41

Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum er nú løgtingsgrannskoðari.

Hon varð vald á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 11.00 fyrrapartin.

Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum bað um at sleppa frá sum løgtingsgrannskoðari.

Løgtingsgrannskoðarnir fara gjøgnum árliga landskassaroknskapin og aðrar almennar roknskapir og ansa eftir, at allar inntøkur eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. 
Løgtingsgrannskoðarnir leggja roknskapirnar við sínum viðmerkingum fyri løgtingið til samtyktar. 
Reimund Langgaard, Høgni Hoydal, Joen Magnus Rasmussen og Eyðgunn Samuelsen eru nú løgtingsgrannskoðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558