Lágar lønir eru orsøk til fátækdømi

Lágar lønir eru orsøk til fátækdømi
- Fakfeløgini mugu taka eitt tak fyri tey lægstløntu, segði Jenis av Rana i gjárkvøldið, tá fátækramarkið var evnið í Kjakinum
Jenis av Rana
Mynd: savnsmynd  
 
19.03.2014 - 11:15

Tað er ikki bert tað almenna, sum hevur ábyrgd av teimum fátøku. Fakfeløgini hava eisini ábyrgdina av at útvega fólki eina løn, sum tey kunnu liva av.

Tað segði Jenis av Rana í Miðflokkinum í sjónvarpskjakinum í Kringvarpinum í gjárkvøldið um fátækramarkið. Hann segði seg vóna, at fakfeløgini, næstu ferð sáttmálasamráðingarnar verða, fara at taka eitt tak fyri tey lægstløntu.

- Staðfest er, at fólk, sum hava arbeiði, eisini eru niðan fyri fátækramarkið, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna og nevndi, at skattaprosentið fyri lág- og miðallønir er rættiliga høgt. Flokkarnir eiga tí at viðgera tann spurningin, og kommunurnar eiga eisini at spæla við, segði hon.

Jenis av Rana er samdur við Anniku Olsen og heldur, at um bæði land og kommunur broyta skattingina, hevði tað munað væl hjá teimum lægstløntu.

Flatskattur ella ei, her má pláss gerast fyri eini dagføring av skattaskipanini, segði Jenis av Rana.

Men í Føroyum eru tað ikki bert láglønt ella pensiónistar, ið eru fátøk. Føroyar hava eitt bústaðarmynstur, ið ger at fólk, sum hava arbeiði og fáa vanliga løn, kunnu koma í eina fátækrafellu, tí tey hava sett seg í ov stóra skuld, ella tí at teirra fíggjarligu viðurskifti eru broytt til tað verra, aftaná at bústaðarlánið er undirskrivað.

Í hesum sambandi segði Annika Olsen í sjónvarpskjakinum, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við krøvum til útbúgving av bankaráðgevum og einum eftirliti við arbeiði teirra.

Ætlanin er ikki at seta eitt fátækramark inn í eina lóg, men at brúka álitið tá lógaruppskot eru til viðgerðar, sum ávirka fólk og fíggjastøðu teirra, varð sagt í kjakinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067