Kinesiski forsetin á vitjan í Niðurlondum

Kinesiski forsetin á vitjan í Niðurlondum
Við eru ferðalagnum hjá Xi Jinping, forseta, eru 200 fólk, sum flest øll umboða kineskiska vinnulívið
Tað frættist, at umboð fyri kinesisk flogfeløg fara at bíleggja 150 Airbus flogfør, áðrenn farið verður heimaftur til Kina
 
22.03.2014 - 16:11

Kinesiski forsetin Xi Jinping er komin til Niðurlond á fyrstu ferð síni til Evropa, síðani hann varð valdur til forseta.

Xi Jinping skal eisini vitja í Fraklandi, Týsklandi og Belgia, og meðan hann er í belgiska høvuðsstaðnum Brússel vitjar hann sjálvsagt eisini ES høvuðsborgina.

Við í ferðalagnum hjá kinesiska forsetanum eru 200 fólk, og tey flestu umboða kinesiska vinnulívið. 

Góðir kundar hjá ES

At so stór sendinevnd er komin til Vesturevropa við kinesiska forsetanum á odda hevur stóran áhuga í evropeiskum londum, ikki minst tí tað frættist, at umboð fyri kinesisk flogfeløg møguliga fara at bíleggja 150 Airbus flogfør, áðrenn farið verður heimaftur til Kina. 

So er spurningurin um ES londini fara at gera vart við støðuna, nú Russland hevur tikið Krim hálvoynna frá Ukraina. Kina og Russland hava ofta somu støðu í ST trygdarráðnum. 

Men tá funnist var at Russlandi í ST herfyri,  tók Kina hvørki støðu fyri ella ímóti, at Russland tók Krim frá Ukraina. 

Ósemjur millum ES og Kina

ES og Kina hava sínámillum ósemjur ikki minst handilsligar, tí bíligar kinesiskar vørur floyma inn á evropeiska marknaðin.

Tá ES ásetti serligan innflutningstoll á bílig kinesisk sólpanel, setti Kina ein serligan innflutnigs-toll á franskt vín.

Tann ósemjan varð ikki loyst fyrr enn í gjár, beint áðrenn kinesiski forsetin setti seg í flogfarið til Vesturevropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659