Anita: Vistu ikki at arbeiðsloyvi er kravt

Anita: Vistu ikki at arbeiðsloyvi er kravt
Útlendingarnir, sum eru avhoyrdir í Føroya Rætti um viðurskiftini umborð á Anitu, høvdu ikki fingið at vita, at teir skuldu hava arbeiðsloyvi
Tað kom m.a. fram í rættinum, at annar stýrimaður ikki sjálvur hevði skrivað undir manningarlistan. Løgreglan skal nú samanbera hansara skrift við undirskriftirna á manningarlistanum
Mynd: Jógvan Eli Dam  
 
25.03.2014 - 13:00

Heldur ikki annar stýrimaður á Anitu fekk at vita, at hann skuldi hava arbeiðsloyvi í Føroyum fyri at vera við Anitu.

Tað høvdu hinir útlendingarnir í manningini, sum eru avhoyrdir í Føroya rætti, heldur ikki fingið at vita.

Avhoyringin í Føroya rætti av øðrum stýrimanni á Anitu helt fram seinnapartin í gjár. 

Tá kom millum annað fram, at hann skrivaði ikki sjálvur undir manningarlistan, tá teir fóru úr Spania ávegis á fiskileið undir Føroyum.

Hann segði, at onkur annar, skiparin ella fyrsti stýrimaður kanska, skrivaðu helst undir við hansara navni á manningarlistanum. 

Hetta helt stýrimaðurin tó ikki vera so løgið, tí tað var ikki óvanligt, at menn ikki undirskrivaðu manningarskjalið sjálvir.

Politiið kannar undirskrift

Annar stýrimaður játtaði at fara á politistøðina eftir avhoyringina í Føroya rætti at geva ákæruvaldinum sína undirskrift, so til ber at samanbera hana við undirskriftina á manningarskjalinum hjá Anitu.

Um vanlukkuna tann 11.februar, tá Anita misti ein mann, hann fór fyri borð við gørnunum, segði annar stýrimaður, at dekkarin hevði einki at gera har, sum hann var staddur, tá hann bleiv fastur í einum enda og varð drigin fyri borð.

Menninir á dekkinum høvdu fingið at vita, at teir skuldu ikki royna at greiða fløkjur, meðan gørnini fóru út. Teir skuldu bíða, til ferðin var tikin av skipinum. Maðurin, sum fór fyri borð, gjørdi ov skjótt av, tá hann skuldi greiða eina fløkju.

Fleiri kanningar   

Annar stýrimaður, sum er úr Spania, er tann seinasti útlendingurin, sum var við Anitu, sum er eftir í Føroyum. Hann skuldi fara av landinum í dag.

Hóast hann er ES-borgari skal hann hava arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Men hann kann vera her sum ferðamaður í tríggjar mánaðir uttan uppihalds- ella arbeiðsloyvi.

Ákæruvaldið bað um at fáa báðar stýrimenninar, teir eru spanskir, og tríggjar dekkarar, sum eru úr Indonesia, avhoyrdar í Føroya rætti.

Hvørki Sjóvinnustýrið ella politiið eru liðug at kanna viðurskiftini hjá Anitu. Tí vildi ákæruvaldið tryggja sær frágreiðingarnar hjá teimum fimm útlendsku fiskimonnunum, áðrenn teir fara av landinum og kanska ongantíð koma higar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016