Realkreditt verður ikki dýrari

Realkreditt verður ikki dýrari
Tað fer ikki at kosta lántakarum stórvegis, at tað nú vera gjørdar broytingar í væl umtóktu F1-realkreditt-lánunum, siga greinarar.
 
30.03.2014 - 13:24

1. apríl verður lógin um realkredittlán broytt.

Ein broyting er, at lánini fáa eina áseting, sum forðar rentuni at vaksa meir enn 5 prosentstig í mun til rentuna 12 mánar frammanundan. Hendan ásetingin í lógini hevur fingið fleiri atfinningar, og eru tað summi, sum hava ført fram, at hetta fer at gera lánini dýrari fyri lántakaran. 

Men sambært greinarum hjá donsku heimasíðuni FinansWatch fer hendan broytingin at kosta lántakarunum at kalla onki. Sannlíkindi fyri at rentan hevur tørv á at vaksa so nógv, er at kalla ongin, og tí er ikki tørvur á at gera lánini dýrari, siga greinarar.

F-1 lánini verða eisni veitt í Føroyum, tó við tí muni at føroysku lántakararnir gjalda eitt eyka umsitingargjald til føroysku bankarnir fyri at veita lánini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120