Føroyar - Bosnia/Hersigovina beinleiðis

Føroyar - Bosnia/Hersigovina beinleiðis
HM-undankappindysturin millum Føroyar og Bosnia/Hersigovina verður sendur beinleiðis í útvarpinum
 
04.04.2014 - 11:36

Leygarkvøldið klokkan 19.00 spæla Føroyar og Bosnia/Hersigovina HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Útvarpið sendir dystin beinleiðis.

Beinleiðis frásøgnin byrjar klokkan 18.50. Heidi Lava Elgeirsdóttir sigur frá.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at føroysku leikararnir eru væl fyri til dystin.  

Um hugt verður eftir stigatalvuni í HM-undankappingarbólki 4, so er ikki heilt ómøguligt, at Føroyar kunnu fáa síni fyrstu stig í einari HM-undankapping. 

Føroyska liðið hevur framvegis sítt fyrsta stig tilgóðar, men beint frammanfyri Føroyar á stigatalvuni er nevniliga Bosnia/Hersigovina við einum stigi. 

Tað verður ókeypis atgongd til dystin ímóti Bosnia/Hersigovina á Tórsvølli

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558