- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallur Hansson: Eingin annar útvegur
Fýra fyrrverandi landsliðsspælarar vórðu heiðraðir fyri drúgva og trúgva tænastu, tá Føroyar tóku ímóti Moldova í Nations League fyri kortum.
Jónas Tór Næs, Gunnar Nielsen, Klæmint A. Olsen, og so Hallur Hansson, sum fyri kortum kunngjørdi, at hann legði gaggurnar frá sær fyri seinastu ferð - í hvussu er sum spælari.
- Tað var ein avgerð, sum eg ikki vildi taka, segði hann við Trónd Arge, men til endans var eingin annar skilagóður útvegur.
- Seinasta árið í KÍ havi eg ikki eingong vant og havi havt pínu í dagligdegnum. Tað gav ikki meining meir, segði fyrrverandi landsliðsliðskiparin, sum hevur spælt 75 ferðir og skotið fimm mál fyri Føroyar ímillum 2012 og 2025.
- Eg havi prátað við klók fólk í eini trý, fýra ár, og tey hava rátt mær til, at "tú burdi kanska lagt gaggurnar", fortelur Hallur Hansson, sum tó hevur havt vónir og ambitiónir um at halda fram.
- So hava vit tikið skanningar hvørt ár, og eg havi bara fingið at vita, at tað sær verri út hvørt ár.
Nú vil hann "verða gloymdur" í eina tíð, men ætlar sær at arbeiða í fótbóltsheiminum onkursvegna, tá tíðin aftur er komin til tað.
Sí samrøðuna, sum var gjørd undan Nations League-dystinum millum Føroyar og Moldova mánadagin.


























