Norskt línuskip í føroyskum sjógvi

Norskt línuskip í føroyskum sjógvi
Fiskiskapurin er einki at reypa av, upplýsir Vørn
 
10.04.2014 - 09:45

Higartil er bara eitt fiskiskip úr Noregi ella ES komið í føroyskan sjógv, nú aftur er loyvt skipum haðani at royna undir Føroyum.

Norska línuskipið Sjøvær kom í føroyskan sjógv týsdagin.

Fiskiskapinum er einki at reypa av. Sambært Vørn hevur Sjøvær fingið seks tons av longu og trý tons av brosmu.

Einki skip úr ES hevur enn boðað frá áhuga at fiska her, men onkur reiðarí í Noregi hava ringt til Vørn og spurt.

Stríðið um makrelin gjørdi, at síðani 2010 eru norsk skip og ES-skip ikki sloppin í føroyskan sjógv at fiska, tí ongar avtalur um sínámillum fiskirættindi hava verið í trý ár.

Men nú tað lukkaðist at fáa semju um makrelin, eru avtalur aftur gjørdur millum Føroyar og Noreg og Føroyar og ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037