- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar eru millum heimsins hægstu fólkasløg

Sambært lærda háskúlanum í Íslandi eru íslendskir menn í miðal 1 metur 80,6 cm høgir, meðan íslendskar kvinnur eru í miðal 1 metur og 70,6 cm.
Miðalhæddin í Íslandi er vaksin munandi seinastu øldina, og íslendingar eru millum heimins hægstu tjóðir.
Sambært grein í savninum hjá íslendska Morgunblaðnum, vístu mátingar av uppafturgrivnum beinagrindum, sum kundu tíðarfestast heilt aftur til ár 900 - 1100 eftir Krist, at miðalhæddin á monnum tá var 1 metur og 71,1 cm, og kvinnurnar vóru í miðal 1 metur og 59,6 cm.
Kanningar vísa eisini, at millum ár 1700 og 1800 lækkaði miðalhæddin hjá monnum niður í 1 metur og 62,2 cm og hjá kvinnum niður í 1 metur og 53,3 cm.
Í 20'undu øld er miðalhæddin vaksin spakuliga. Í árunum 1967 til 1969 vórðu menn í miðal 1 metur og 79,4 cm í miðal, og kvinnur 1 metur og 63,6 cm.
Í 1988-89 vórðu íslendskir menn í miðal 1 metur 79,4 cm og kvinnur 1 metur og 66,3 cm.
Í Føroyum er eingi hagtøl fyri miðalhædd hjá føroyingum.


























