- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland má sjálvt samráðast um makrel
Grønland má sjálvt samráðast um makrel
Tað sigur Dan Jørgensen matvøruráðharri

20.04.2014 - 15:02
Tá Føroyar sjálvar hava samrátt seg til eina makrelavtalu, eigur Grønland eisini sjálvt at hava samráðingar um hetta.
Tað sigur Dan Jørgensen, matvøruministari, í svari til Saru Olsvig, sum hevur spurt um, hvørja støðu Grønland hevur í mun til avtaluna sum Føroyar, Norra og ES hava gjørt um makrelin.
Dan Jørgensen sigur, at Danmark er ikki partur av samráðingunum, men vil stuðla Grønlandi, um Grønland ynskir at gerast strandaland og samráðast um makrelveiðu.
ES hevur gjørt vart við, at tey 100.000 tonsini, sum Grønland fiskar um árið til vísindalig endamál, eru ov nógv.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























