Avlurtingarpakkin aftur í tingið týsdagin

Avlurtingarpakkin aftur í tingið týsdagin
Ásetingarnar um loggingina eru tiknar úr uppskotinum
 
25.04.2014 - 12:34

Avlurtingarpakkin verður viðgjørdur í tinginum aftur týsdagin.

Rættarnevndini kom í gjár við enn einum tilmælið um avlurtingarpakkan, eftir at málið varð beint aftur í nevnd við triðju viðgerð.

Ásetingarnar um loggingina eru tiknar úr uppskotinum, og meirlutin í rættarnevndini mælir enn einaferð tinginum til at samtykkja uppskotið.

Tað er málið um loggingina, tað vil siga, tað, at mynduleikarnir skuldu fáa heimild at goyma upplýsingar um samskiftið hjá borgarunum, t.d. hvørji telefonnummur hava havt samband við hvørt annað, ið hevur elvt til kjak millum tingfólk.

Við triðu viðgerð varð málið beint aftur í rættarnevndina til nýggja viðgerð, tí samgongan sjálv var farin at ivast.

Í vikuni kom so tilmæli frá frá løgmanni, sum eigur uppskotið, um, at taka loggingina úr lógaruppskotinum fyri fyrst.

Í tilmælinum til løgtingið, sigur meirlutin í Rættarnevndini um heimildina um logging, at "heimildin eftir ætlan ikki skuldi koma í gildi beinavegin, og hevur nevndin fingið upplýst, at tað tískil ikki hevur serligan praktiskan týdning fyri rættarstøðuna í Føroyum, at hon í fyrstu syftu verður tikin úr uppskotinum.

Minnilutin í rættarnevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, mælir frá at samtykkja uppskotið, tí nýggja viðgerðin í Rættarnevndini ikki hevur styrkt álitið hjá minnilutanum á lógarpakkan.

Men tinglimir í samgonguni ivast framvegis í avlurtingarpakkanum, kom fram í Degi og viku í gjárkvøldið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini vil ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn tað hevur verið til viðgerar í tinginum aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862