Jacklin og Sveinur eru ársins hondbóltsleikarar

Jacklin og Sveinur eru ársins hondbóltsleikarar
Jacklin Durhuus úr neistanum og Sveinur Justinussen úr STÍF vórðu í kvøld kosin at vera ársins leikarar 2014
Jacklin Durhuus og Marius Joensen, sum tekur í móti vegna Svein Justinussen
Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir  
 
26.04.2014 - 21:10

 

Ársins hondbóltsgalla er løtan tá hondbóltsleikararnir úr øllum hondbóltsfeløgnum í føroyum hittast, og verða tey bestu av teimum bestu kosin.


Stóra løtan er tá ársins leikarar skulu avdúkast, og gjørdist hetta eisini eitt tendringspunkt í høllini á hálsi í kvøld.


Tilnevningin fer soleiðis fram at hvørt lið fær tvær atkvøður. Ein atkvøðuseðil eigur venjarin og hina eiga leikararnir.
Tó er ikki loyvt at atkvøða uppá ein frá sínum egna liði.


Tær tilnevndu til ársins leikara hjá kvinnum: 

-Liljan Durhuus, VÍF
-Jacklin Durhuus, Neistin
-Kristina Gritseike, Kyndil
-Rebekka Justinussen, STíF

 

Teir tilnevndu til ársins leikara hjá monnum: 

-Filip Jovic, VíF
-Sveinur Justinussen, STÍF
-Marius Joensen

 

Vinnararnir gjørdust so Jacklin Durhuus úr neistanum og Sveinur Justinussen úr STÍF. 



Sveinur var ikki til staðar at taka í móti heiðrinum, tískil tók Marius Joensen í móti vegna Svein. 



Jacklin, Jacklin og aftur Jacklin

Jacklin Durhuus var sera rørd tá hon varð kosin at vera ársins leikari.
Hon takkaði fyri og segði at hon treivst sera væl í neistanum, men fór tó altíð at vera ein vestmenningur. 

Jacklin Durhuus varð ikki bert ársins leikari í kvøld. Hon vann eisini ársins toppskjútti hjá kvinnum við 144 málum. Hon skeyt trý mál fleiri enn Simona Petersen á øðrum plássi við 141 málum.

Ársins lið, varð sett av landsliðsvenjarunum. Landsliðsvenjararnir valdu Jacklin Durhuus at vera ársins vinstri vongur á ársins liði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096