Áki Egilsnes og Eir Berg eru ársins stjørnuskot

Áki Egilsnes og Eir Berg eru ársins stjørnuskot
Tey spæla bæði høgribakkur og eru vinstrhent. Í kvøld vórðu tey kosin at vera ársins stjørnuskot 2014.
Áki Egilsnes úr VÍF og Eir Berg úr Neistanum
Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir  
 
27.04.2014 - 00:36

Heiðurin at gerast árins stjørnuskot í ár er Áki Egilsnes úr VíF og Eir Berg úr neistanum. 

 

Høgribakkar og vinstrhent

Tað er sjáldsamt at bæði stjørnuskotið hjá monnum og hjá kvinnum spæla á plássi, og at tey bæði eru vinstrhent.
At vera vinstrhentur í føroyskum hondbólti er heldur sjáldsamt.

Tað er ein fyrimunur fyri eitt lið, um liðið hevur ein vinstrhentan leikara á høgrabakki. 
Hetta tí at tað er nógv lættari at spæla á høgrabakki, um tú ert vinstrhentur.
Men teir leikararnir eru ikki nógvir, og tískil eru Áki Egilsnes og Eir Berg tveir hentir leikarar hjá ávikavist VíF og neistanum.



Skaddur men kom sterkt aftur

Áki Egilsnes varð skaddur í januar mánaði í ár. Eitt bein í lítlu tá brotnaði, og gjørdi tað at hann ikki fekk spælt í fleiri vikur. 

Tað merktist hjá VÍF at Àki var skaddur. Stigini vórðu tung at draga í hús, men hann var fyri VÍF tíbetur ikki langtíðarskaddur. 
Hann kom skjótt í form aftur, og spældi teir síðstu dystirnar fyri VÍF í hesum kappingarárinum.

Hann vendi flott aftur frá skaða og í kvøld kosin at vera ársins stjørnuskot bert 17 ára gamal.

Teir tilnevndu til ársins stjørnuskot :

-Julian Olsen, VÍF
-Áki Egilsnes, VíF
-Kjartan Johansen, STÍF

 

Ein silvur og ein bronsa


Eir Berg er bert 18 ára gomul og hevur verið ein sera týðandi leikari fyri neistan í ár. 
Hon hevur eitt ómetaliga gott skot, og er av lyndi ein róligur leikari.

Hóast hon einki gull vann við besta liðnum í ár, so royndi hon seg í einari steypafinalu í móti Kyndli.
Neistin tapti fyri Kyndli í finaluni, og vórðu ov stuttar til eitt finalupláss um føroyarameistaraheitið.

Ein silvur og ein bronsa er tað Eir Beg stendur eftir við um hálsin, men í kvøld varð hon ársins stjørnuskot 2014.

Tær tilnevndu til ársins stjørnuskot: 

-Eir Berg, Neistin
-Mina Sirdal, Stjørnan
-Anna Brimnes, Kyndil

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096