Vørn skal kanna trygd á skipum

Vørn skal kanna trygd á skipum
Í kjalarvørrinum á vanlukkuni hjá garnaskipinum Anitu eru spurnartekin sett við eftirlitið við trygd og arbeiðsumstøðum á fiskiskipum
Sjóvinnustýrið fær bara kannað skip, tá tey eru í havn. Men Vørn kann kanna skipini á fiskileið
 
07.05.2014 - 08:15

Vinnumálaráðið arbeiðir við einari ætlan um at fáa Vørn at kanna trygd og arbeiðsumstøður á føroyskum fiskiskipum.

Í kjalarvørrinum á vanlukkuni hjá garnaskipinum Anitu eru spurnartekin sett við eftirlitið við trygd og arbeiðsumstøðum á fiskiskipum. Tað eftirlitið hevur Sjóvinnustýrið.

Samgongumenninir í Vinnunevndini hjá løgtinginum siga millum annað í einum áliti, at til ber kanska at sleppa undan vanlukkum á sjónum, um fleiri venjingar vóru á skipunum, kunningin um trygdarskipanir var betri, og eftirlitið røkti sína uppgávu 
betur.

Herða reglurnar

Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varðar av Sjóvinnustýrinum, segði við Útvarpið 5.april, at hann fer at herða reglurnar um eftirlit við fiskiskipum.

Sum skilst verður ein partur av herda eftirlitinum, at manningin á vaktar- og bjargingarskipunum umframt at kanna reiðskap og veiðu kannar trygdina og arbeiðsumstøðurnar hjá fiskimonnunum.

Sjóvinnustýrið fær bara kannað skip, tá tey eru í havn. Men Vørn kann kanna skipini á fiskileið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659