- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stutttíðarleigan ikki avmarkað
Lógaruppskotið, sum løgtingið feldi í gjár, skuldi geva kommunum heimild til at avmarka, hvussu nógvar dagar um árið bústaðareindir skuldu kunna útleigast í stutttíðarleigu. Ein av uppskotssetarunum var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, og hon greiðir soleiðis frá.
- Vit síggja, at fleiri og fleiri, sum hava miðal og enntá høgar inntøkur, ikki sleppa inn á bústaðarmarknaðin. So vit tosa ikki longur bara um ein sosialan trupulleika. Vit tosa um ein strukturellan samfelagstrupulleika. Og har er AirBNB og stutttíðarleiga ein partur av tí, at bústaðarmarknaðurin er so skeiklaður.
Grímur Sundstein er formaður í Trivnaðarnevndini og partur av meirilutanum, sum mælti frá at samtykkja uppskotið. Hann heldur kortini, at bústaðartrotið er álvarsligt.
- Tað er avgjørt ein trupulleiki, og tað var eisini tað, sum allir flokkarnir fóru til val upp á til seinasta løgtingsval. Og tann trupulleikin er meiri samansettur enn sum so.
Hann greiðir frá grundgevingunum hjá meirilutanum í nevndini.
- Tað, sum vit vita við vissu, er, at um tú setur avmarkingar á stutttíðarleigu, so fer tað at minka um stutttíðarleiguna. Men tað merkir ikki, at vit fáa fleiri langtíðarleigumál ella fleiri tøk til bústaðarendamál neyðturviliga.
Tingfólk uttan egnan bústað
Bjørg Brynhildardóttir sigur, at hon eisini er ein av teimum, sum enn ikki er komin á føroyska bústaðarmarknaðin.
- Nei, eg havi ikki egnan bústað. Mann kann siga sum so, at eg kanska víki eitt sindur frá mínum ættarliði, av tí, at eg havi fingið eitt gott starv í einum so ungum aldri. Men sjálvt eg havi trupult við at síggja, hvussu eg skal koma inn á føroyska bústaðarmarknaðin.
Ósamd um, hvørji átøk skulu gerast
Bjørg Brynhildardóttir mælir til at seta tiltøk í verk nú, heldur enn at bíða.
- Tað kann væl vera, at samgongan fegin vil bíða eftir, at tann ovurstóra lakkeraða loysnin kemur niður frá himni, men tað ger hon ikki. Mann verður noyddur til kanska at taka nøkur ópopuler val. Vit eru komin á eitt vegamót, har vit mugu avgera, um bústaðir í Føroyum skulu vera heim hjá føroyingum, sum liva og virka her, ella um teir skulu vera hotellvirksemi fyri ferðafólk.
Men formaðurin í Trivnaðarnevndini lovar, at samgongan arbeiðir við málinum, og at nøkur átøk liggja fyri framman.
- Sethúsabygging skal fáa MVG-afturbering; tað uppskotið er ávegis og kemur væntandi nú áðrenn jól. Landstýriskvinnan í bústaðarmálum arbeiðir við at fáa eitt orðaskifti í løgtinginum, soleiðis at vit fáa høvi at seta orð á øll ivamálini, sum vit hava, so vit kunnu gera nøkur málrættað átøk fyri at basa hesum trupulleikanum. Ein onnur stór avbjóðing er, at vit hava ikki neyðuga hagtalsgrundarlagið, vit ána ikki, hvat bústaðirnir í landinum verða brúktir til. Og tá vit ikki vita tað, og hvørjir eru tøkir, so er heldur ikki lætt at seta málrættað átøk inn.
Les meiri
Lógaruppskotið og tingverðin síggjast her: LM-005/2026 : Uppskot til løgtingslóg um stutttíðarleigu av bústøðum
Sí innslag úr Degi og viku.
























