Tók uppskotið um stavraðið aftur

Tók uppskotið um stavraðið aftur
Henrik Old ætlaði at lóggeva bókstavir upp í stavraðið, men tað kom ongantíð til atkvøðugreiðslu
Henrik Old tók uppskot sítt um stavraðið aftur
 
08.05.2014 - 09:25

Uppskotið um at lóggeva stavraðið er tikið aftur. 

Henrik Old, sum legði uppskotið fram, tók tað aftur, tá onnur viðgerð var liðug í løgtinginum í gjárkvøldið. Sambært uppskotinum skuldu stavirnir CWQZ og X verða partur av stavraðnum, men tað kom ikki til atkvøðugreiðslu. Sambært in.fo, sigur Henrik Old, at hann tók uppskotið, tí Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur víst á, at eitt tílíkt mál ikki hoyrir heima í løgtinginum.

Tríggir minnilutar

Mentanarnevndin viðgjørdi uppskotið, og býtti seg í tríggjar minnilutar.

Minnilutin, Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen og Jóna Mortensen, mælti til at hava tvey stavrað. Eitt til føroyska rættskriving og eitt til fremmandaorð og yrkisorð. Gunvør Balle, Jenis av Rana og Poul Michelsen mæltu til at taka undir við tilmælinum hjá Málráðnum, og varðveita verandi stavrað. Og ein triði minniluti,  Rigmor Dam, mælti til at samtykkja uppskotið hjá Henriki Old, um at taka stavirnar CWQZ og X upp í stavraðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744