Landsstýrismálanevndin kannar Johan Dahl

Landsstýrismálanevndin kannar Johan Dahl
Tað samtykti nevndin einmælt á fundi í dag
 
13.05.2014 - 14:03

Landsstýrismálanevndin samtykti einmælt í dag at kanna fyrisitingina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Tað sigur forkvinnan í nevndini, Sirið Stenberg.

Allir fýra andstøðuflokkar hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013.

Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1.mai.

Í teimum eru nógvar óvanliga hvassar atfinningar at Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum.

Og andstøðan vil hava Landsstýrismálanevndina at gera niðurstøður um, hvørt Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt, hildið stýrisskipanarlógina, lógina um landsins játtanarskipan og lógina um ábyrgd landsstýrisins.

Harafturat um Johan Dahl annars hevur røkt tær skyldur, sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum, sum er fíggjarliga støðan hjá Strandferðsluni í 2013.

Landsstýrismálanevndin sendir nú Johan Dahl kæruna til ummælis. Hann fær 14 dagar til tess. Harafturat fer nevndin at útvega tilfar, sum hon skal brúka í viðgerðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659