9 prosent av íslendingum niðanfyri fátækramarkið

9 prosent av íslendingum niðanfyri fátækramarkið
Stættarmunurin veksur og lívsgóðskan versnar í Íslandi, sambært nýggjari frágreiðing
 
16.05.2014 - 15:25

Nýggj frágreiðing frá Reyða Krossi Ísland vísur, at sløk 3.000 ung liva av almannaveiting frá kommunum í landinum, umleið 9 prosent av íbúgvunum liva niðanfyri fátækramarkið og 13 prosent eru í vanda fyri at gerast fátøk.

Kanningini, sum ber heitið, "Hvar er átroðkandi tørvur?", er hin fimta hjá Reyða Krossi í Íslandi. Felagsskapurin hevur kannað, hvørjir bólkar eru ringast fyri í íslendska samfelagnum, so at til ber hjá felagsskapinum at gera mun har.

Kanningin vísur, at størsti bólkurin, sum fær almannaveiting er ung fólk - serliga ungir menn. Í løtuni fáa sløk 3.000 ung fólk stuðul frá tí almenna. 

Størsta arbeiðsloysið er í aldursbólkinum 18 - 24 ár, - 7,7 prosent, meðan miðal arbeiðsloysið í íslandi er 4,5 prosent. Reyði Krossur óttast, at hesin bólkurin kann lenda niðanfyri fátækramarkið, sum er trupult at burtur úr aftur, skrivar íslendska Kringvarpið.

Eisini kemur fram, at stættarmunurin er størri nú í íslendska samfelganum og lívsgóðskan er versnað. 

Umleið 9 prosent av íbúgvunum, sum svarar til umleið 30.000 fólk, liva niðanfyri fátækramarkið, og 13 prosent eru í vanda fyri at gerast fátøk.

Sambært kanningini merkja tilflytarar í Íslandi alsamt størri fremmandahatur, serliga móti teimum, sum koma úr londum uttanfyri Evropa.

Kanningin hjá íslendska Reyða Krossi er gjørd í samstarvi við 30 serfrøðingar inna almanna-, heilsu- og útbúgvingarverið í Íslandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938