Susvim vann mest

Susvim vann mest
Susvim vann flest heiðursmerkir í FM í svimjing
Mynd: svimjing.com  
 
18.05.2014 - 22:11

FM í svimjing er av á hesum sinni og aftur í ár var tað Suðuroyar Svimjifelag sum vann flest heiðursmerkir.

Susvim vann 19 gull, 12 silvur og 12 bronsur.

Ægir vann vann 14 gull, 14 silvur og 9 bronsur.

FLOT vann 5 gull, onga silvur og 2 bronsur.

HS vann 4 gull, 16 silvur og 15 bronsur

Reysti vann 4 bronsur

 

Trý føroysk met

Trý føroysk met vóru sett í hesi kappingini.

Ásbjørg Hjelm, Ægir, setti nýtt met í 50 metur bringusvimjing við tíðini 33.90 sekund. Gamla metið var 34.19 sek.

Emma Festirstein Nystrøm, HS, setti nýtt met í 200 metur bringusvimjing við tíðini 2.36.12. Gamla metið var 2.37.64

Susvim menn settu nýtt met í 4 x 50 frísvimjing við tíðini 1.34.96. Gamla metið var 1.35.06

 

Ársins svimjarar og stjørnuskot:

Tá kappingin var liðug blivu ársins svimjarar og stjørnuskot vald

Ársins stjørnuskot, kvinnur: Sára R. Nysted.

Ársins stjørnuskot, menn: Róland Toftum

Ársins svimjari, kvinnur: Emma Festirstein Nystrøm

Ársins svimjari, menn: Pál Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049