Varðin keypir Rankan frá Realinum

Varðin keypir Rankan frá Realinum
Skipið skal halda fram at partrola við Suðringi
Rankin skal pussast upp, áðrenn hann fer aftur í vinnu
 
05.06.2014 - 16:21

Uppsjóvarfelagið Varðin í Gøtu, sum fyrr í ár setti pening í línuskipið, Eivind, hevur nú keypt djúpvatnstrolaran, Rankan frá Realinum.

Varðin hevur stovnað felagið Hvanngarður, sum hevur 500.000 kr. í partapeningi, og sum skal keypa Rankan.

Ikki í vinnu í eitt ár

Rankin hevur ikki verið í vinnu síðani hann fiskaði makrel í fjør. Skipið fór á tvingsilssølu í vetur, og Realurin keypti skipið fyri 15 milliónir kr. Sum skilst keypir Hvanngarður skipið frá Realinum fyri somu upphædd. David Jacobsen, sum er stjóri fyri virkseminum, Varðin hevur í Runavík, sigur, at ætlanin er, at Rankin skal halda fram við at partrola saman við Suðringi, og at skipini framvegis skulu hoyra heima á Tvøroyri.

Fer skipið at fiska upsa, so er ikki óhugsandi, at Rankin fer at landa til virkið í Runavík, men eingin endalig avgerð er tikin um tað enn, sigur David Jacobsen. Ein orsøk til at Varðin hevur gjørt av at keypa Rankan er eisini, at skipið framhaldandi skal hoyra heima á Tvøroyri.

Gera umvælingar

Áðrenn skipið fer í vinnu, skulu onkrar umvælingar gerast, og skipið skal pussast upp.

Rankin er bygdur á Skála fyrst í 80unum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096