Fríkendur fyri ákærur at hava tikið ólóglig lán

Fríkendur fyri ákærur at hava tikið ólóglig lán
Íslendski ríkmaðurin, Jón Ásgeir Jóhannesson, og fyrrverandi stjórin í Glitnir banka eru fríkendir, men ákæruvaldið fer helst at kæra dómin
 
06.06.2014 - 15:14

Kendi íslendski vinnulívsmaðurin, Jón Asgeir Jóhanneson, er fríkendur í einum sakarmáli, har hann var ákærdur fyri at fingið ólóglig lán úr bankanum, Glitnir, sum seinni fór á húsagang, skrivar DR.

Saman við fyrrverandi stjóranum í Glitnir, Larus Welding, og tveimum øðrum starvsfólkum, var Jón Ásgeir Jóhannesson ákærdur fyri at hava tikið ólóglig lán í bankanum at keypa gullhandlarnar, Goldsmiths í Bretlandi. Talan var um 265 milliónir kr í láni. Og tað hendi bert tríggjar mánaðir, áðrenn bankin fór á húsagang.

Jón Ásgeir Jóhanneson var tá størsti partaeigarin í Glitnir bankanum. Allir fýra vórðu fríkendir.

Tá búskaparkreppan gjørdi um seg í ìslandi, var ein serligur ákæri settur, sum skuldi fáa greiði á búskaparliga kriminalitetinum í landinum.

Verið leingi á veg

Sakarmálið ímóti Jón Ásgeiri Jóhanneson hevur verið leingi á veg, og serligi ákærin, Olafur Thor Hauksson, hevur fyrr sagt við DR, at málið hevði stóran týdning, tí tað var stórt og fevndi vítt.

Jón Ásgeir Jóhanneson var ímyndin av búskapargongdini í Íslandi, tí hann ferðaðist kring heimin og keypti fyritøkur fyri læntar pengar. Hann byrjaði sítt virksemi við Bónus-handlunum, saman við pápanum, men stovnaði seinni felagið Baugur, sum eftir stuttari tíð gjørdi hann til ein av mest múgvandi monnunum í Íslandi.

Í Danmark keypti hann m.a. Magasin, Nyhedsavisen, Merlin, Day Birger Mikkelsen og flogfelagið Sterling, sum er farið á húsagang.

I fjør varð Jón Ásgeir Jóhannesson dømdur eitt ára fongsulsrevsing og at bøta  2,5 milliónir kr. fyri skattasvik. Roknað verður fyri vist, at ákæruvaldið fer at kæra dómarnar, sum nú eru sagdir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666