Landsrætturin viðgera dómar um trygg virðisbrøv

Landsrætturin viðgera dómar um trygg virðisbrøv
Tvey mál um endurgjaldskrøv móti Eik Banka koma til viðgerðar í Landsrættinum mánadagin og týsdagin
 
11.06.2014 - 07:58

Í hesari vikuni og í næstu viku er fimta deild hjá Eystari landsrætti í Føroyum.

Millum dómarnar hjá Føroya rætti, sum Landsrætturin skal viðgera, eru teir um endurgjaldskrøvini móti Eik Banka viðvíkjandi tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi í Føroyum. Landsrætturin fer at viðgera hesi málini mánadagin og fyrrapartin týsdagin í næstu viku. 

Sólborg kært dómin

Sólborg Dulavík hevur skotið dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, tí hon ikki fekk 288.000 kr., sum hon heldur seg eiga til góðar hjá Eik Banka, sum yvirtók Kaupting Banka í 2007. Føroya rættur segði, at Eik ikki heftir fyri tryggu virðisbrøvini sum Kaupting seldi føroyingum. Og tí varð Sólborg Dulavík dømd at gjalda Eik Banka 33.000 kr. í sakarmálskostnaði.

Men Føroya rættur segði, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 kr. í endurgjaldi umframt rentu. Tær fær hann, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin.

Føroya rættur sigur, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar.  Og Eik heftir fyri sín ráðgeva og skal tí gjalda Poul Michelsen 318.000 kr. og 33.000 kr. í sakarkostnaði.

Góðtekur ikki dómin

Eik Banki góðtekur ikki dómin hjá Føroya rætti, og vil tí royna málið í Landsrættinum.

Enn eru bara hesi bæði málini roynd í rættinum.  Men nógvir aðrir føroyingar, sum mistu pengar av sonevndu tryggu virðisbrøvunum, bíða til málini hjá Sólborg Dulavík og Poul Michelsen eru endaliga avgreidd.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987