Joen Magnus formaður í grein 19 nevndini

Joen Magnus formaður í grein 19 nevndini
Johan Dahl, landsstýrismaður, er biðin um at koma á fund í nevndini í næstu viku
Joen Magnus Rasmussen mannar grein 19 nevndina saman við Kristinu Háfoss og Helga Abrahamsen
 
13.06.2014 - 13:54

Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum er formaður í grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum skal kanna virksemið hjá Eik Grunnininum frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í ár.

Nevndin hevði sín fyrsta fund í morgun, og tá skipaði nevndin seg. 

Kristina Háfoss í Tjóðveldi er næstforkvinna, og í nevndini er eisini Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum.

Johan Dahl boðin á fund

Nevndin hevur biðið Johan Dahl, landsstýrismann, koma á fund hósdagin í næstu viku.

Johan Dahl átti uppskotið til samtyktar um at seta grein 19 nevndina, og nevndin ætlar at tosa við hann um ætlanina og endamálið við uppskotinum.

Ein spurningur, sum hevur stungið seg upp, er, um løgtingið yvirhøvur kann kanna ein privatan grunn, sum Eik Grunnurin var. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659