Faroe Seafood: Fáa nú uppsagnarlønina

Faroe Seafood: Fáa nú uppsagnarlønina
500 lønarkrøv eru, og trotabúgvið hevur nóg mikið av pengum til øll, tó ikki rentur
 
17.06.2014 - 14:08

Tey, sum arbeiddu hjá Faroe Seafood 3.desember í 2010, tá stóra fiskivinnufyritøkan fór av knóranum, fáa nú sína uppsagnarløn.

Øll lønarkrøv eru góðkend og avgreidd, og nú verður gjørt klárt at flyta fólki pengarnar, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri í trotabúnum.

500 lønarkrøv

Trotabúgvið fekk okkurt um 500 lønarkrøv frá fólki, sum arbeiddu á teimum sjey fiskavirkjunum hjá Faroe Seafood. Talan er um uppsagnarløn. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at trotabúgvið hevur nóg mikið av pengum til at øll fáa tað, sum tey eiga tí góðar. Men tað verður kortini uttan rentur fyri tað hálvt fjórða árið, sum er liðið, síðani Faroe Seafood fór av knóranum.    

Fundur um Faroe Seafood verður í Skiftirættinum tann 8.juli, og hann verður væntandi tann seinasti um trotabúgvið. Tá skulu stóru krøvini frá veðhavarunum, Eik Banka og trotbúnum eftir Kaupting, roynast.

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at bústjórarnir hava ikki avgjørt enn, um teir fara at mæla Skiftirættinum til at góðkenna krøvini ella vraka tey.

Hesi krøvini hava ikki framíhjárætt. Verða tey góðkend, eru tey at meta sum vanlig krøv. Tá fáa tey tað, sum eftir verður í trotabúnum, so ella so nógv prosent av kravinum.   

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531