Íslendska lýðveldið var viðbrekið fyrstu árini

Íslendska lýðveldið var viðbrekið fyrstu árini
Í dag eru liðin 70 ár, síðani Ísland loysti fra Danmark
Ólafur Ragnar Grímsson, íslendskur forseti
 
17.06.2014 - 09:43

Íslendingar eiga ikki at gloyma, hvussu viðbrekið íslendska lýðveldið var fyrstu árini.

Tað sigur íslendski forsetin, Ólaf­ur Ragn­ar Gríms­son, í dag, 17.juni, á 70 ára degnum hjá íslendska lýðveldinum. Ísland tók loysing frá Danmark 17. juni í 1944.

Forsetin sigur við Morgunblaðið, at umráðandi er, at íslendingar geva sær far um, hvussu veikt lýðveldið var fyrstu árini.

Veikur búskapur og stríð um fiskimark

Búskapurin var veikur, og neyðugt var at innflyta allar neyðsynjarvørur. Stríðini um fiskimarkið høvdu eisini stóra ávirkan á tjóðina. Ættarliðið, sum stovnaði lýðveldið, framdi eitt bragd, sum ikki hevur fingið nóg stóra tøkk frá tjóðini.

Ólaf­ur Ragn­ar Gríms­son sigur, at avgerandi er at hava í huga tað, sum fortíðin hevur lært okkum, áðrenn stórar avgerðir verða tiknar um uttanríkismál, - avgerðir, sum kunnu fáa ávirkan langt út í framtíðina, kanska í øldir.

Ráðiligt er ikki at elta rákini, sum broytast ár frá ári, sigur íslendski forsetin Hann sigur eisini við Morgunblaðið, at úrslitini, Ísland hevur nátt síðani 1944, eru so avgerandi og stór, at støðið undir framtíðini hjá íslendsku tjóðini er dyggari enn nakar tordi at vóna, tá lýðveldið varð stovnað fyri 70 árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970