Verkfall rakar nýtt flogfelag fyrsta túrin

Verkfall rakar nýtt flogfelag fyrsta túrin
Greenland Express er umsíðir farið á veingirnar, men trupuleikar vóru longu fyrsta dagin
Mynd: Sermitziaq.gl  
 
18.06.2014 - 08:40

Illa gongst hjá flogfelagnum Greenland Express at bjóða Air Greenland av í flúgvingini millum Grønland og Danmark.

Nýggja felagið skuldi byrja í fjør. Men fyrsta fráferðin er flutt nakrar ferðir.

Rakt av verkfalli

Í gjár fór flogfarið, eitt Fokker F100 hjá niðurlendska flogfelagnum Denim Air, so úr Ålborg við 15 ferðafólkum til Keypmannahavnar og haðani til Keflavíkar og Narsarsuaq.  Men á veg aftur úr Grønlandi til Keypmannahavnar og Ålborg slapp flogfarið ikki úr Keflavík, tí eingin manning var til flogfarið. Verkfall í Íslandi var orsøkin til, at manningin ikki var komin til Íslands, sigur felagið.

Flúgvan hvønn dag 

Flogfarið fer so til Danmarkar í morgun. 

11 ferðafólk eru við flogfarinum hjá Greenland Express á fyrstu ferðini úr Grønlandi til Danmarkar.  Lítli eftirspurningurin ger, at felagið bara flýgur tríggjar dagar afturat í juni. Men frá 1.juli verður flogið hvønn dag, skrivar danska heimasíðan Check-In.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985