Óvist um fólkini í CIP verða avhoyrd

Óvist um fólkini í CIP verða avhoyrd
Støða er ikki tikin til tað enn, sigur Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, sum kemur aftur til Føroya um mánaðarskiftið august/september
Hans Gammeltoft Hansen hevur ikki tikið støðu til, um CIP-fólkini eisini skulu avhoyrast
 
26.06.2014 - 15:41

Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, sigur, at fyribils eru bara ætlanir um tríggjar avhoyringar aftrat. Tey, sum skulu avhoyrast, eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Kári P. Høgjaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.

Hesar avhoyringarnar verða í Føroyum um mánaðarskiftið august/september. Í løtuni verður roynt at finna fram til, hvørjar dagar avhoyringarnar verða, soleiðis at tað liggur fyri hjá teimum, sum skulu avhoyrast.

Enn hevur Hans Gammeltoft Hansen ikki gjørt av, um fleiri enn hesi trý skulu avhoyrast. Spurdur,  nær umboðini hjá CIP skulu avhoyrast, sigur kanningarstjórin, at tað er ikki vist, at tey verða avhoyrd. Tað er støða ikki tikin til enn, sigur hann, og vil ikki gera fleiri viðmerkingar til tað málið.

Løgmaður vísir aftur

 Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður,  hevur higartil víst aftur, at hann skal hava gjørt avtaluna við CIP um eina millión í endurgjaldi, varð avtalan um Skálafjarðartunnilin av ongum. Men undir avhoyringunum í gjár segði Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, at tað var løgmaður, sum samráddist við CIP og "de facto" gjørdi avtaluna.

Hetta eigur at fáa kanningarstjóran at framskunda avhoyringarnar av løgmanni, segði Bjørn á Heygum, advokatur, við Kringvarpið í gjár.

Tíðarætlan løgd

Spurdur, um hann ætlar sær at gera eftir ráðunum at framskunda avhoyringarnar, sigur Hans Gammeltoft Hansen, at hann hevur hoyrt, at fleiri viðmerkingar hava veriðum tað, sum kom fram undir avhoyringunum. Men kanningarstjórin sigur, at hann hevur lagt eina tíðarætlan fyri kanningarnar, og sum útgangsstøði ætlar hann sær at halda hana. Fleiri viðmerkingar hevur Hans Gammeltoft Hansen ikki til áheitanina hjá Bjørn á Heygum.

Tey, sum higartil eru avhoyrd, eru Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Nella Festirstein, fyrrverandi deildarstjóri í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659