- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskrift: salat og speltbreyð við kjarnum

Salat við gularót, avokado, ananas og nøtum:
4 pers.
40 g. av paranøtum ella kasjevnøtum
200 g. av gularótum
1 ananas
2 avokado
1 spsk. av sitrónsevju
1 tyssi av persillu
Kryddsós:
1 spsk. av sitrónsevju
2 spsk. av mangochutney
1 tsk. av karry salt og pipar
Blanda kryddsósina og smakka til við salti og pipari.
Turka nøturnar á turrari pannu og karva tær.
Flys gularrøturnar og sker í smáar terningar.
Flys ananasið, sker í helvt, og sker stokkin burtur.
Sker ananasið í terningar og blandað ananas og gularrøtur saman við kryddsósini.
Sker nú avokaduna í helvt, tak steinin úr og flys hana. Sker síðani í terningar og blanda við sitrónsevju og persillu.
(1 breyð)
250 g. av fullkorns speltmjøli
250 g. av siktaðum speltmjøli
2,5 dl. av jogurt naturel
3 dl. av vatni ella mjólk
25 g. av bleytari ger
1 tsk. av salti
1 spsk. av olivenolju
50 g. av pinjukjarnum
70 g. av graskarkjarnum
100 g. av sólblómukjarnum
at smyrja við:
eitt sindur av smøri smeltað í heitum vatni
loys gerina upp í vatninum. Koyr síðani alt tilfarið í skálina og rør væl saman. Deiggið skal verða sum fastur greytur.
koyr deiggið í smurdan breyðform og set at ganga í 1 tíma.
smelta smørið í eitt sindur av kókaðum vatni, smyr á breyðið, og drússa við eitt sindur av kjarnum, og sker rýpur í breyðið.
set formin í kaldan ovn, set síðani ovnin á 170 hitastig, og baka í uml. 75 min.
Píska alt tilfarið til kryddsósina, blanda nú alt saman, og stroy nøturnar omanyvir.





















