Fáa ikki nógv fólk til arbeiðis

Fáa ikki nógv fólk til arbeiðis
Vinnan fær ikki nóg nógv fólk til arbeiðis. Tað avmarkar bygging og framleiðslu til útflutnings, sigur konjunkturkanningin
Millum annað fiskavirki hava brúk fyri fleiri arbeiðsfólkum, men fáa tey ikki
 
09.07.2014 - 08:06

Trot á arbeiðsmegi avmarkar byggivinnuna og tilfeingisvinnurnar.

Tað sigur konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum, sum varð gjørd í farna mánað. 

Nógvar fyritøkur í byggivinnuni og eitt nú fiskivinnuni siga, at teirra virksemi er avmarkað, tí tær fáa ikki nóg nógv fólk til arbeiðis.

Og hesar fyritøkur vænta at skula brúka enn fleiri fólk í næstum.

Byggivinnan í hafti 

Støðan hjá byggivinnuni er batnað so nógv síðani í januar í ár, at vísitalið er hækkað úr 47 upp í 74.

Vísitalið hækkar, tí byggivinnan fær nógv fleiri arbeiði og væntar vaksandi tørv á arbeiðsmegi. 

Men trotið á arbeiðsmegi er eitt haft um beinið hjá nógvum byggifeløgum og hevur verið tað í trý ár nú. 

Ikki príslækkingar

Vísitalið fyri tilfeingisvinnurnar er lækkað nakað, úr 33 í januar í ár niður í 31 í juni. 

Vísitalið lækkar, tí heldur færri fyritøkur enn í januar vænta størri framleiðslu. 

Nakrar fyritøkur hava brúk fyri fleiri arbeiðsfólkum, aðrar fáa ov lítið av fiski.

Flestu fyritøkurnar í tilfeingisvinnunum vænta at selja fyri somu prísir ella hægri prísir næsta árið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375