Djúphavnin á Tvøroyri liðug og fagnað

Djúphavnin á Tvøroyri liðug og fagnað
Býráðið væntar so nógvar inntøkur av havnini, at skjótt verður at koma undir álíkningina aftur
Djúphavnin á Tvøroyri er nú liðug, og í morgin verður hátíðarhald
 
18.07.2014 - 07:44

Í morgin, leygardagin seinnapart, skipar Tvøroyrar havn fyri hátíðarhaldi, tí havnarútbyggingin er liðug.

Articon gjørdi arbeiðið, sum kostar 40 mió. kr.

Bryggjan á nýggja djúphavnini á Tvøroyri er 180 metrar long, og breiddin er 40 metrar. Har er pláss fyri 280 bingjum.

Nú kunnu millum annað farmaskip, sum stinga djúpt, koma á Tvøroyri eftir fiski frá Varðanum Pelagic.

Ikki privat kortini

Fyrst var ætlanin, at privat skuldu gera og eiga havnina og inntøkurnar hjá henni eitt ávíst tíðarskeið.

Skjótt varð tó greitt, skrivar býráðið á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, at so komu inntøkurnar frá havnini ikki kommununi til góðar. 

Eftir tingingar aftur og fram og við einari meting av ferðsluni á fjørðinum nú og í framtíðini, kom býráðið til ta niðurstøðu, at meira var at vinna við, at kommunan sjálv fíggjaði og átti havnina.

Upp um álíkningina 

Fíggjarmálaráðið gav Tvøroyrar kommunu loyvi til skylda meira enn eina álíkning, so kommunan kundi læna pengar til havnarútbyggingina.

Men treytin er, at skuldin skal vera komin niður á eina álíkning aftur tann 1.januar í 2016.

Mett verður, at havnin fer at geva kommununi so nógvar inntøkur, at skjótt er at koma niður undir álíkningina aftur.

Í vár játtaði býráðið 900.000 kr. afturat til havnarútbyggingina. Tað var fyri arbeiði, sum kom aftrat, sigur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659