Maleisiskt ferðafólkaflogfar skotið niður

Maleisiskt ferðafólkaflogfar skotið niður
Trygdartænastan í Ukraina hevur almannakunngjørt ljóðbrot frá hendingini
Flogfarið er sama slag, sum Malaysia Airlines-flogfarið á myndini, ið hvarv í mars í ár
 
18.07.2014 - 09:17

295 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum, ið varð skotið niður í 10 kilometrar hædd yvir eystur Ukraina, nærindis russiska markinum 

Trygdartænastan í Ukraina, SBU, hevur almannakunngjørt trý ljóðbrot, har russisk loysingarfólk tosa um, at tey hava skotið niður eitt flogfar.

Óvist hevur verið, um Malaysika flogfarið varð skotið niður. Nú er tað staðfest, at tað var tað, og helst av russum, skrivar AP-tíðindastovan.

Ljóðbrot

Í ljóðbrotunum hoyrist, at Igor Bezler, ovastaloytnantur í russiska herinum, og sum er í býnum Donetsk, sigur: Vit hava skotið eitt flogfar niður. Tað er frá Minera bólkinum. Tað datt niður hinumegin Donetsk.

Síðan svarar ein herðnarovastin Geranin: - Hvussu langt síðan er tað?

Í øðrum ljóðbrotið er samtala millum eitt av russisku loysingarfólkunum og herovasta, sum verður róptur Grikkin. Loysingarmaðurin sigur: - Teir eru við flogvrakið, men at tað ikki eitt flogfar hjá Minervabólkinum. Tað er ikki eitt flogfar hjá fíggindanum, men eitt ferðafólkaflogfar. 

Herðnarovastin spyr: - Er tað 100 prosent vist, at tað er eitt ferðafólkaflogfar?

- Ja.

- Eru nógv fólk har og hvat er tað fyri flogfar? spyr herðanarovasti síðani.

Í triðju upptøku hoyrist ein rødd spyrja: - Hví í allari víðu verð flýgur eitt ferðafólkaflogfar í krígsøki?

Fakta:

Flogfarið er av sama slagi, sum tað sum hvarv hjá Malaysia Airlines í mars mánaði, og var á veg úr Amsterdam til Kuala Lumpur.

Á kortinum niðanfyri sæst ukrainski býurin, Donetsk (ovast á kortinum), har flogfarið úr Maleisia varð skotið niður í gjár

Kort: Atlas til heim og skúla (Nám 2014)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203